Vinnukærunevndin

Vinnukærunevndin
 

Lóg

Reglurnar fyri Vinnukærunevndina eru at finna í løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd.
 

Kunngerð

Nærri upplýsingar um viðgerðarmannagongdina eru at finna í kunngerð nr. 78 frá 28. august 2008 um Vinnukærunevnd.


Kærur

Vinnukærunevndin viðger kærur um

  • avgerðir hjá Akstovuni eftir lóg um ferðslu.
  • avgerðir hjá Arbeiðseftirlitinum eftir lóg um arbeiðsumhvørvi.
  • avgerðir hjá Jarðfeingið eftir lóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni.
  • avgerðir hjá Fjarskiftiseftirlitinum eftir lóg um fjarskifti.
  • avgerðir hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eftir lóg matvørur v.m., lóg um aling av fiski, lóg um djórasjúkur, lóg um djóralæknavirksemi og lóg um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø.
  • avgerðir hjá Kappingarráðnum eftir lóg um kapping.
  • avgerðir hjá Landsverk eftir lóg um landsvegir og lóg um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál.
  • avgerðir hjá Posteftirlitinum eftir lóg um postvirksemi.
  • avgerðir hjá Skráseting Føroya eftir partafelagslógini, smápartafelagslógini, ársroknskaparlógini, lóg um ávís vinnurekandi virkir, lóg um vinnurekandi grunnar, lóg um vinnu og lóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir.
  • avgerðir hjá Sjóvinnustýrinum eftir kunngerð um loðsprógv og loðsfrítøkuskjal.
  • avgerðir hjá Tryggingareftirlitinum eftir lóg um tryggingarvirksemi.
  • avgerðir hjá Umhvørvisstovuni sambært § 15, § 16, stk. 1, § 17, stk. 1 og § 18, stk. 1 í kunngerð um vápnaprógv.
  • Harumframt viðger Vinnukærunevndin kærur eftir lóg um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum.
     

Skrivlig

Kærast skal skrivliga eins og tað so vítt møguligt skal vera grundgivið fyri kæruni. Avrit av kærdu avgerðini skal leggast við, umframt møgulig onnur skjøl av týdningi fyri kæruna


Kærufreist 

Kærufreistin er 4 vikur, um ikki annað er ásett í serligari lóg.


Kostnaður

Kostnaður er fyri kæruviðgerð innan ávís øki hjá Vinnukærunevndini. Hesi eru partafelagslógin, smápartafelagslógin, lóg um ávís vinnurekandi virki, lóg um vinnurekandi grunnar, ársroknskaparlógini, lóg um løggildar og skrásettar grannskoðarar, lóg um tryggingarvirksemi, lóg um kapping, lóg um postvirksemi og lóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni.

Kostnaðurin fyri kæruviðgerð innan hesi øki er kr. 4.000. Men viðvíkur kæran viðurskifti, ið ikki hava samband við tað aktuella ella framtíðar vinnuvirksemið hjá viðkomandi, ið kærir, er kostnaðurin kr. 2.000.

Innan hini økini hjá Vinnukærunevndini er ókeypis at kæra, men kærarin má sjálvur bera møguligan kostnað, um hann undir kæruviðgerðini letur seg umboða av øðrum


Viðgerðartíð

Dentur verður lagdur á at avgreiða kærumálini skjótast til ber, men m.a. orsakað av krøvunum til málsupplýsing og partshoyring má roknast við, at uml. 6 mánaðir ganga, áðrenn kærunevndin kann taka avgerð á fullgóðum grundarlagi. Undir viðgerðini gevur kærustovnurin kæraranum kunning um gongdina í kærumálinum.

Í kærum um avgerðir hjá Kappingarráðnum skal Vinnukærunevndin taka avgerð innan 6 vikur eftir, at málið er kært.


Nevndin

Tá avgerðir skulu takast í einstøkum kærumálum, eru í Vinnukærunevndini tríggir ella fimm limir. Formaðurin ella næstformaðurin og tveir limur til fýra limir við serkunnleika á viðkomandi øki. Í nevndini sita í løtuni

 

  • Marjun Magnussen, cand. jur. og forkvinna
  • Jóhan J. Lamhauge, cand. jur. og næstformaður
  • Jón Kragesteen, lærari og serkønur limur viðvíkjandi ferðslulógini
  • Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, serkønur limur viðvíkjandi ferðslulógini
  • Palli Mortensen, verkfrøðingur og serkønur limur viðvíkjandi ferðslulógini
  • Sølvi Reinert Hansen serkønur limur viðvíkjandi ferðslulógini
  • Ebba Mortensen, kemiverkfrøðingur og serkønur limur viðvíkjandi arbeiðsumhvørvislógini
  • John Mikkelsen, maskinmeistari og serkønur limur viðvíkjandi arbeiðsumhvørvislógini
  • Jóngerð Biskupstø, fysioterapeut og serkønur limur viðvíkjandi arbeiðsumhvørvislógini
  • Róðin Mellemgaard, maskinmeistari og serkønur limur viðvíkjandi arbeiðsumhvørvislógini
  • Bogi Bech Jensen, serkønur limur viðvíkjandi lóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni
  • Petur í Króki, sterkstreymsverkfrøðingur og serkønur limur viðvíkjandi lóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni
  • Sigurd Lamhauge, verkfrøðingur og serkønur limur viðvíkjandi lóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni
  • Sigurð í Jákupsstovu, verkfrøðingur og serkønur limur viðvíkjandi lóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni
  • Knud Erik Skovby, professari og serkønur limur viðvíkjandi fjarskiftislógini
  • Rannvá Sólheim, cand. jur. og serkønur limur viðvíkjandi fjarskiftislógini
  • Sigurjón Ingvason, cand. jur. og serkønur limur viðvíkjandi fjarskiftislógini og lóg um postvirksemi
  • Una Joensen, cand. oecon. og serkønur limur viðvíkjandi fjarskiftislógini
  • Bergur Hanusson, djóralækni og serkønur limur viðvíkjandi djórasjúkulógini, lóg um djóralæknavirksemi og lóg um hald og innflutning av vandamiklum djórum
  • Jústines Olsen, djóralækni og serkønur limur viðvíkjandi djórasjúkulógini, lóg um djóralæknavirksemi og lóg um hald og innflutning av vandamiklum djórum
  • Edvard Bjarnason, serkønur limur viðvíkjandi loðslógini
  • Klæmint Østerø, verkfrøðingur og serkønur limur viðvíkjandi loðslógini
  • Jákup Mørkøre, verkfrøðingur og serkønur limur viðvíkjandi matvørulógini
  • Guðrið Andorsdóttir, cand. scient. og serkønur limur viðvíkjandi matvørulógini
  • Niels Therkildsen, djóralækni og serkønur limur viðvíkjandi alilógini, matvørulógini, djórasjúkulógini, lóg um djóralæknavirksemi og lóg um hald og innflutning av vandamiklum djórum
  • Ari Johannesen, cand. merc. og serkønur limur viðvíkjandi alilógini
  • Eilif Gaard, doktari í lívfrøði og serkønur limur viðvíkjandi alilógini
  • Jónas Tór Næs, løgfrøðingur og serkønur limur viðvíkjandi alilógini
  • Una Matras, cand. scient. og serkønur limur viðvíkjandi alilógini
  • Ingunn Eiriksdóttir, cand. jur. og serkønur limur viðvíkjandi kappingarlógini
  • Sigurd Poulsen, cand. polit. og serkønur limur viðvíkjandi kappingarlógini
  • Sigurð Ó. Vang, cand. merc. jur. og serkønur limur viðvíkjandi kappingarlógini
  • Boði Haraldson, verkfrøðingur og serkønur limur viðvíkjandi lóg um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál og lóg um landsvegir
  • Katrin Joensen, tekniskur assistentur og landmátingarteknikari og serkønur limur viðvíkjandi lóg um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál og lóg um landsvegir
  • Pætur Joensen, verkfrøðingur og serkønur limur viðvíkjandi lóg um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál og lóg um landsvegir
  • Óli Johansen, landmátingarteknikari og serkønur limur viðvíkjandi lóg um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál og lóg um landsvegir
  • Hjørdis Gaard, cand. scient. pol. og serkønur limur viðvíkjandi lóg um postvirksemi
  • Marja Lamhauge, framleiðsluverkfrøðingur og serkønur limur viðvíkjandi lóg um postvirksemi
  • Árni Ellefsen, cand. merc. aud. og serkønur limur viðvíkjandi vinnufelagslógunum, ársroknskaparlógini og grannskoðanarlógini
  • Birita S. Samuelsen, advokatur og serkønur limur viðvíkjandi vinnufelagslógunum, ársroknskaparlógini og grannskoðanarlógini
  • Brynleif Poulsen, cand. merc. aud. og serkønur limur viðvíkjandi vinnufelagslógunum, ársroknskaparlógini og grannskoðanarlógini
  • Vivi Egholm, cand. merc. aud. og serkønur limur viðvíkjandi vinnufelagslógunum, ársroknskaparlógini og grannskoðanarlógini og lóg um postvirksemi
  • Laila Mortensen, cand. act. og serkønur limur viðvíkjandi lóg um tryggingarvirksemi
  • Ole Haugaard Nielsen, aktuar og serkønur limur viðvíkjandi lóg um tryggingarvirksemi
  • Anna Borg Dahl, cand. jur. og serkønur limur eftir lóg um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum
  • Alfred Petersen, advokatur og serkønur limur eftir lóg um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum
  • Andrias Ziska, cand. jur. og serkønur limur eftir lóg um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum
  • Jan Mortensen, MSc. Eng. og serkønur limur eftir lóg um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum
  • Maria á Dul, MAP og serkønur limur eftir lóg um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum
  • Páll Nielsen, advokatur og serkønur limur eftir lóg um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum

 

 

Valskeiðið hjá nevndini er 1.7.2016 til 30.6.2020
 

 

 

Hvar

 

Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Kærur til nevndina skulu tí sendast til
 
Vinnukærunevndin
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn


ella við telduposti til fks@fks.fo