Kærunevndin hjá Studna

Kærunevndin hjá Studna
 

Lóg

Reglurnar fyri Kærunevndina hjá Studna eru ásettar í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við ll. nr. 174 frá 29. desember 2011.
 

Kærur

Kærunevndin hjá Studna viðger kærur um avgerðir, sum Studni hevur tikið, t.d. um útbúgvingarstuðul, ferðastuðul ella verkætlanarstuðul.
 

Skrivlig

Kærast skal helst verða latin inn skrivliga eins og grundgivið eigur at verða fyri kæruni. Avrit av kærdu avgerðini skal leggast við, umframt møgulig onnur skjøl av týdningi fyri kæruna


Kærufreist 

Kærufreistin er 6 vikur.


Kostnaður

Tað er ókeypis at kæra, men kærarin má sjálvur bera møguligan kostnað, um hann undir kæruviðgerðini letur seg umboða av øðrum


Viðgerðartíð

Dentur verður lagdur á at avgreiða kærumálini skjótast til ber, men m.a. orsakað av krøvunum til málsupplýsing og partshoyring má roknast við, at uml. 3 mánaðir ganga, áðrenn kærunevndin kann taka avgerð á fullgóðum grundarlagi. Undir viðgerðini gevur kærustovnurin kæraranum kunning um gongdina í kærumálinum


Nevndin

Í Kærunevndini hjá Studna eru tríggir limir. Í nevndini sita í løtuni

Anna Borg Dahl, løgfrøðingur og forkvinna í nevndini
Varalimur: Marjun T. Magnussen, løgfrøðingur
Heðin D. Poulsen, løgfrøðingur
Varalimur: Sørin Pram Sørensen, løgfrøðingur
Maria Gregersen, lestrarvegleiðari
Varalimur: Hans Mikkelsen, lestrarvegleiðari.

Valskeiðið hjá nevndini er 5.12.2017 til 4.12.2021.
 

Hvar

Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Kærur til nevndina skulu tí sendast til
 

Kærunevndin hjá Studna
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn


ella við telduposti til fks@fks.fo