Kærunevndin hjá Barsilsskipanini

Kærunevndin hjá Barsilsskipanini

 

Lóg

Reglurnar fyri Kærunevndina hjá Barsilsskipanini eru at finna í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 137 frá 16. desember 2015 


Kærur

Kærunevndin hjá Barsilsskipanini viðger kærur um avgerðir, sum TAKS tekur við heimild í lóg um barsilsskipan


Skrivlig

Kærast skal skrivliga eins og tað so vítt møguligt skal vera grundgivið fyri kæruni. Avrit av kærdu avgerðini skal leggast við, umframt møgulig onnur skjøl av týdningi fyri kæruna


Kærufreist 

Kærufreistin er 4 vikur

 

Kostnaður

Tað er ókeypis at kæra, men kærarin má sjálvur bera møguligan kostnað, um hann undir kæruviðgerðini letur seg umboða av øðrum


Viðgerðartíð

Dentur verður lagdur á at avgreiða kærumálini skjótast til ber, men m.a. orsakað av krøvunum til málsupplýsing og partshoyring má roknast við, at uml. 4 mánaðir ganga, áðrenn kærunevndin kann taka avgerð á fullgóðum grundarlagi. Undir viðgerðini gevur kærustovnurin kæraranum kunning um gongdina í kærumálinum


Nevndin

Í kærunevndini hjá Barsilsskipanini eru tríggir limir. Í nevndini sita í løtuni

Kristina Samuelsen, advokatur og forkvinna

varalimur: Jóanna Djurhuus, løgfrøðingur

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag

varalimur: Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag

Jón Hestoy, stjóri

varalimur: Anita Fuglø

 

Valskeiðið hjá nevndini er 1. juni 2017 til 30. mai 2021

Hvar

Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Kærur til nevndina skulu tí sendast til
 

Kærunevndina hjá Barsilsskipanini
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn


ella við telduposti til fks@fks.fo