Høvuðsbarnaverndarnevndin

Høvuðsbarnaverndarnevndin

 

Lóg

Reglurnar fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina eru at finna í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 139 frá 18. desember 2013

 


Avgerðir

Grundað á tilmæli frá barnaverndarnevndunum kring landið, tekur Høvuðsbarnaverndarnevndin avgerð í

málum um umsorganaryvirtøku,
málum um samverurætt,
málum um familjuviðgerð á stovnum hjá landinum,
málum um dag- og samdøgurstilboð á stovnum hjá landinum og
málum har samtykki ikki er fingið frá foreldramyndugleikanum ella barni yvir 15 ár.

Høvuðsbarnaverndarnevndin tekur somuleiðis avgerð um rætt til ókeypis umboðan í nevndu málum.


Kærur um avgerðir

Partar í máli kunnu kæra avgerð hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini. Kærufreistin er 8 vikur eftir, at partarnir hava fingið avgerðina.
Møgulig kæra skal sendast til:

Høvuðsbarnaverndarnevndina
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
FO-110 Tórshavn

sum síðani beinir málið í Føroya Rætt.
 

Nevndin

Í Høvuðsbarnaverndarnevndini sita tríggir limir, ein royndur løgfrøðingur, sum eisini er formaður í nevndini, ein sálarfrøðingur og ein barnasakkønur.

Í løtuni manna hesi Høvuðsbarnaverndarnevndina:


Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðingur og forkvinna
Suni Poulsen, sálarfrøðingur
Ingvør Justinussen, heilsufrøðingur og barnasakkøn

Varalimir:
Óla Jákup Kristoffersen, advokatur og varaformaður
Kristian Eli Andersen, sálarfrøðingur
Anna Dalsgaard, námsfrøðingur og barnasakkøn

 

Valskeiðið hjá nevndini er 1.1.2018 til 31.12.2021


Hvar

Skrivstovan hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini er á Føroya Kærustovni