Kærunevndin í lendismálum

Kærunevndin í lendismálum
 

Lóg

Reglurnar fyri Kærunevndina í lendismálum eru at finna í løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um Kærunevnd í lendismálum, sum seinast broytt við ll. nr. 49 frá 17. mai 2011 og í kunngerð nr. 3 frá 25. januar 2007 um Kærunevnd í lendismálum.
 

Kærur

Kærunevndin í lendismálum viðger kærur um

  • avgerðir hjá kommununum eftir býarskipanarlógini ella byggisamtykt
  • avgerðir hjá Umhvørvisstovuni eftir tinglýsingarlógini og lóg um matrikulering og sundurbýti
  • avgerðir hjá kommununum eftir 1881-lógini um ognartøku og
  • avgerðir eftir lóg um eigaraíbúðir
  • avgerðir eftir lóg um bygging
     

Skrivlig

Kærast skal skrivliga eins og tað so vítt møguligt skal vera grundgivið fyri kæruni. Avrit av kærdu avgerðini skal leggast við, umframt møgulig onnur skjøl av týdningi fyri kæruna


Kærufreist 

Er ikki annað ásett í serligum reglum, er kærufreistin 4 vikur. Fyri kærur um ognartøku eftir 1881-lógini er freistin at kæra 3 mánaðir.


Kostnaður

Tað er ókeypis at kæra, men kærarin má sjálvur bera møguligan kostnað, um hann undir kæruviðgerðini letur seg umboða av øðrum


Viðgerðartíð

Dentur verður lagdur á at avgreiða kærumálini skjótast til ber, men m.a. orsakað av krøvunum til málsupplýsing og partshoyring má roknast við, at uml. 5 mánaðir ganga, áðrenn kærunevndin kann taka avgerð á fullgóðum grundarlagi. Undir viðgerðini gevur kærustovnurin kæraranum kunning um gongdina í kærumálinum


Nevndin

Í Kærunevndini í lendismálum eru tríggir limir. Í nevndini sita í løtuni

Elsa Østergaard, løgfrøðingur og forkvinna í nevndini
Varalimur: Marjun Magnussen, løgfrøðingur
Bárður Dam í Baiansstovu, arkitektur
Varalimur: Annie Heinesen, arkitektur
Fríður P. Dalsgarð, verkfrøðingur
Varalimur: Óla Jákup Guttesen, byggimeistari

Valskeiðið hjá nevndini er 1.7.2015 til 30.6.2019.
 

Hvar

Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Kærur til nevndina skulu tí sendast til
 

Kærunevndin í lendismálum
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn


 

ella við telduposti til fks@fks.fo