Skuldarumskipanarnevndin

Skuldarumskipanarnevndin
 

Lóg

Reglurnar um Skuldarumskipanarnevndina eru at finna í løgtingslóg nr. 29 frá 8. apríl 2005 um umskipan av landsskatta-, mvg.- og tollskuld v.m. 
 

Persónar

Skuldarumskipanarnevndin hevur heimild til at umskipa skuld, sum fólk hava til landskassan. Partafeløg, smápartafeløg, sjálvsognarstovnar v.m. kunnu ikki fáa umskipa teirra skuld eftir hesi lóg.


Skuld

Tað er bert niðanfyri nevnda skuld, sum er umfatað av lógini:

  • Landsskattur og AM-gjald
  • Meirvirðisgjald
  • Tollur
  • Lønarhæddaravgjald
  • Framleiðslugjald
  • Vinnulán og veðhald givin av Føroya Landsstýri
  • Lestrarlán frá Studna
  • Rentuskuld og skuld frá øðrum útreiðslum, ið eru knýttar at høvuðsskuldini
  •  

Umskipan

Skuldin kann verða heilt ella lutvíst eftirgivin ella umskipað. Lýkur umsøkjarin ikki treytirnar fyri umskipan, kann talan verða um at veita gjaldskáa.


Treytir

Í høvuðsheitum verða somu atlit tikin, sum tá Skiftirætturin tekur støðu til skuldarumskipan eftir konkurslógini. Soleiðis skal skuldarin t.d. prógva, at hann ikki er førur fyri og heldur ikki innan fyri tey næstu árini hevur útlit fyri at kunna lúka sínar skyldur til landskassan. Munandi misjavni skal vera staðfestur millum gjaldsevnini hjá skuldaranum og skuldina, hann hevur til tað almenna. Skuldarumskipanin eftir hesi lóg skal vera avgjørt seinasti møguleikin at loysa skuldartrupulleikarnar við landskassan.


Nevndin

Í Skuldarumskipanarnevndini eru tríggir limir. Í nevndini sita í løtuni

Jógvan Páll Lassen, advokatur og formaður í nevndini
Varalimur: Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur

Jógvan Emil Nielsen, næstformaður
Varalimur: Ulla Joensen, cand merc.

Nella Festirstein, løgfrøðingur
Varalimur: Súsanna Leo, løgfrøðingur

Valskeiðið hjá nevndini er 17.5.2017 til 16.5.2021
 

Hvar

Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Umsókn um umskipan av skuld skal tí sendast til:
 

Skuldarumskipanarnevndin
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn


ella við telduposti til fks@fks.fo

 

Umsóknarblað

Umsóknarblað

Umsókn
Vegleiðing



Vegleiðing

Vegleiðing