Skatta- og avgjaldskærunevndin

Skatta- og avgjaldskærunevndin
 

Lóg

Reglurnar fyri Skatta- og avgjaldskærunevndina eru ásettar í løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um toll- og skattafyrisiting, sum seinast broytt við ll. nr. 15 frá 4. mars 2005.
 

Kunngerð

Nærri upplýsingar um viðgerðarmannagongdina eru at finna í kunngerð nr. 25 frá 4. apríl 2005 um starvsskipan fyri Skatta- og avgjaldskærunevndina.


Kærur

Skatta- og avgjaldskærunevndin viðger kærur um avgerðir, sum TAKS hevur tikið.
Avgerðir um skattaálíkning, sum økisskrivstovurnar hjá TAKS hava tikið, skulu tó fyrst kærast til Kommunalu Skattakærunevndina í økinum. Skatta- og avgjaldskærunevndin viðger eisini kærur um avgerðir hjá Akstovuni eftir lóg um avgjøld við skráseting av motorakførum.
 

Skrivlig

Kærast skal skrivliga eins og grundgivið skal verða fyri kæruni. Avrit av kærdu avgerðini skal leggast við, umframt møgulig onnur skjøl av týdningi fyri kæruna


Kærufreist 

Kærufreistin er 4 vikur


Kostnaður

Tað er ókeypis at kæra, men kærarin má sjálvur bera møguligan kostnað, um hann undir kæruviðgerðini letur seg umboða av øðrum


Viðgerðartíð

Dentur verður lagdur á at avgreiða kærumálini skjótast til ber, men m.a. orsakað av krøvunum til málsupplýsing og partshoyring má roknast við, at uml. 6 mánaðir ganga, áðrenn kærunevndin kann taka avgerð á fullgóðum grundarlagi. Undir viðgerðini gevur kærustovnurin kæraranum kunning um gongdina í kærumálinum


Nevndin

Í Skatta- og avgjaldskærunevndini eru fimm limir. Í nevndini sita í løtuni

 

 

Alfred Petersen, advokatur og formaður
Varalimur: Mimi Steintórsdóttir, advokatur

Rannvá Sólheim, løgfrøðingur
Varalimur: Heini Petersen, løgfrøðingur
Bogi P. Nielsen, roknskaparkønur
Varalimur: Ása Hansen, roknskaparkønur
Susanne Nielsen, fíggjarleiðari
Varalimur: Niclas Joensen, fíggjarstjóri

Heri Á Rógvi, búskaparfrøðingur

Varalimur: Elin Sørensen

Valskeiðið hjá nevndini er 1.3.2019 til 28.2.2023

 

 

 

 

 

Hvar

Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Kærur til nevndina skulu tí sendast til
 

Skatta- og avgjaldskærunevndin
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn



ella við telduposti til fks@fks.fo