Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum

Kærunevndin í almanna-, familju-  og heilsumálum


Lóg

Reglurnar fyri Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum eru at finna í løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um Kærunevnd í almanna og heilsumálum, sum seinast broytt við ll. nr. 79 frá 29. mai 2017
 

Kærur

Kærunevndin í almanna- og heilsumálum viðger kærur um

  • avgerðir hjá Almannaverkinum
  • avgerðir hjá Sjúkrahúsverkinum, sum ikki eru um heilsufakligt virksemi
  • avgerðir hjá kommunustýrum um barna- og ungdómstannrøkt,
  • avgerðir hjá Heilsutrygd og tilskotsnevndini eftir lóg um almenna heilsutrygd,
  • avgerðir eftir barnaverndarlógini, sum ikki kunnu leggjast fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina og 
  • avgerðir hjá kommununum eftir lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. og 
  • ávísar avgerðir hjá Familjufyrisitingini


Skrivlig

Kærast skal skrivliga eins og tað so vítt møguligt skal vera grundgivið fyri kæruni. Avrit av kærdu avgerðini skal leggast við, umframt møgulig onnur skjøl av týdningi fyri kæruna


Kærufreist 

Kærufreistin er 4 vikur
 

Kostnaður

Tað er ókeypis at kæra, men kærarin má sjálvur bera møguligan kostnað, um hann undir kæruviðgerðini letur seg umboða av øðrum


Viðgerðartíð

Dentur verður lagdur á at avgreiða kærumálini skjótast til ber, men m.a. orsakað av krøvunum til málsupplýsing og partshoyring má roknast við, at uml. 5 mánaðir ganga, áðrenn kærunevndin kann taka avgerð á fullgóðum grundarlagi. Undir viðgerðini gevur kærustovnurin kæraranum kunning um gongdina í kærumálinum


Nevndin

Í kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum eru tríggir limir. Í nevndini sita í løtuni

Sigmund Poulsen, advokatur og formaður
Varalimur: Annfinn V. Hansen, advokatur
Kári Rasmussen, lækni
Varalimur: Jeaneth Løkjá, lækni
Selma Ellingsgaard, sosialráðgevi
Varalimur: Bergtóra Høgnadóttir, sosialráðgevi.

Valskeiðið hjá nevndini er 1.1.2018 til 31.12.2021

Hvar

Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Kærur til nevndina skulu tí sendast til
 

Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn


ella við telduposti til fks@fks.fo