Fjølmiðlanevndin

Fjølmiðlanevndin

 

Lóg

Reglurnar fyri Fjølmiðlanevndina eru at finna í løgtingslóg nr. 45 frá 16. mai 2006 um fjølmiðlaábyrgd, sum broytt við ll. nr. 30 frá 30. apríl 2007.
 

Kærur

Fjølmiðlanevndin viðger kærur um brot á góðan fjølmiðlasið og rættin at svara aftur, undir hesum skylduna til at almannakunngera eitt aftursvar, og spurningum um innihald, snið og staðseting.
 

Skrivlig

Kærast skal skrivliga.
 

Kærufreist 

Kærufreistin er 4 vikur eftir, at upplýsingarnar eru almannakunngjørdar.
Avgerð, ið fjølmiðil hevur tikið um góðan fjølmiðlasið, kann kærast til Fjølmiðlanevndina innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið avgerðina.
 

Kringvarp

Tann ið heldur seg líða órætt vegna brot framt av Kringvarpi Føroya ella aðrari kringvarpsstøð, sum hevur sendiloyvi sbrt. kringvarpslógini, skal kæra til hesar fjølmiðlar innan 4 vikur eftir, at upplýsingarnar eru almannakunngjørdar.
Avgerðin hjá hesum fjølmiðlum kann síðan kærast til Fjølmiðlanevndina innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið avgerðina.


Kostnaður

Tað er ókeypis at kæra, men kærarin má sjálvur bera møguligan kostnað, um hann undir kæruviðgerðini letur seg umboða av øðrum


Viðgerðartíð

Dentur verður lagdur á at avgreiða kærumálini skjótast til ber.


Nevndin

Í Fjølmiðlanevndini eru fýra limir. Í nevndini sita í løtuni

Jan Sjóstein, løgfrøðingur
Varalimur: Elisabeth F. Rasmussen, løgfrøðingur

Ingrid Bjarnastein, tíðindafólk
Varalimur: Kári Mikkelsen, tíðindafólk

Jens Hákun Leo, ábyrgdarblaðstjóri
Varalimur: Marjun Dalsgaard, tiðindafólk

Anna Paulina Leo Olsen, vísindaligt hjálparfólk
Varalimur: Bárður Larsen, adjunktur


Valskeiðið hjá nevndini er 4 ár og gongur frá 1. oktober 2018 til 30. september 2022

Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Kærur til nevndina skulu tí sendast til
 

Fjølmiðlanevndin
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn


ella við telduposti til fks@fks.fo

 

Leiðreglur um góðan fjølmiðlasið

Leiðreglur um góðan fjølmiðlasið

Leiðreglur