Uggávur stovnsins

Uppgávur stovnsins
 


Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá hesum nevndum

 

 

  • Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum
  • Skatta- og avgjaldskærunevndini
  • Kærunevndini í lendismálum
  • Kærunevndini hjá Studna
  • Vinnukærunevndini 
  • Psykiatrisku Sjúklingakærunevndini
  • Fjølmiðlanevndini
  • Skuldarumskipanarnevndini
  • Høvuðsbarnaverndarnevndini
  • Kærunevndini hjá Barsilsskipanini
  • Kærunevndini hjá ALS

 

 

 

Kærustovnurin tekur sær av skrivstovuvirkseminum hjá nevndunum. Tað vil siga, at kærurnar verða latnar Kærustovninum, sum innheintar upplýsingar um málið, herundir ummælið og skjøl frá tí myndugleika, sum hevur tikið kærdu avgerðina.

Tá neyðugu upplýsingarnar um málið fyriliggja, fær kærarin kunning um hesar og møguleika til at gera sínar viðmerkingar til upplýsingarnar. Hevur kærarin viðmerkingar, verða hesar síðan sendar til myndugleikan til hoyringar. Tá málið verður mett at vera fult upplýst, ger Kærustovnurin eitt tilmæli, sum verður lagt fyri avvarandi nevnd til støðutakan.

Tá nevndirnar hava tikið avgerð, skrivar Kærustovnurin avgerðina og sendir kærara hesa. Avvarandi myndugleiki fær samstundis avrit av avgerðini.